verkstova saman við fsf fyri fótbóltsfeløgum

11. Jun 2026

um tillaga fótbóltstilboð til børn og vaksin sum bera brek ella hava serligan tørv.

Umboð frá B36, NSÍ, TB og Tofta kvøldskúla luttóku til eina spennandi verkstovu, sum FSF var vertur fyri í samstarvi við Parasport Føroyar og verkætlanina Øll við.

NSÍ hevði eina áhugaverda og gevandi framløgu um teirra arbeiði við at skapa eitt opið og rúmligt fótbóltsumhvørvi, har fleiri kunnu kenna seg vælkomin og vera ein virkin partur av felagsskapinum. Framløgan gav íblástur og fleiri góð hugskot, sum luttakararnir kunnu taka við sær heim. Vit vilja takka NSÍ fyri at deila sínar royndir og sítt góða arbeiði, og somuleiðis takka luttakarunum fyri teirra sjálvbodna venjara-arbeiði og íkast til kjakið á verkstovuni.