Hvat er Øll við?
”Øll við” verkætlanin hevur til endamáls at skapa fleiri og meira inkluderandi ítróttarfelagsskapir fyri børn undir 18 ár, sum bera brek ella hava serligan tørv. Uttan mun til kropsligar ella fatanarligar avbjóðingar, skulu øll børn kunna vera partur av skipaðum ítrótti í Føroyum og kenna gleðina av rørslu, felagskapi og tí savningarmegi, sum ítróttur hevur.
Øll við arbeiðir fyri, at fólk við ymiskum førleika og menningartarni fáa veruligan møguleika at luttaka í ítrótti. Nógv hava bæði hug og vilja, men sakna eitt stað at byrja – og tað vil verkætlanin broyta.
Endamálið er at skapa greiðar og tryggar vegir inn í ítróttin, so øll kunnu royna seg, finna sítt pláss og gerast partur av einum góðum felagsskapi. Hetta styrkir bæði heilsu, trivnað og sosialt lív. Ítróttur skapar felagsskap, styrkir sjálvsálit og gevur ein virknari, sunnari og ríkari gerandisdag. Men hjá mongum børnum og ungum er júst fyrsta stigið inn í ítróttin tað torførasta.
Verkætlanartíðarskeiðið er frá 2025–2028, og menningin fer stigvíst fram í samstarvi við føroysk ítróttarfeløg og kommunurnar kring landið.
FYRSTA STIGIÐ
Øll við er til fyri at gera hetta fyrsta stigið bæði lættari og tryggari – og fyri at vísa í verki, at ítróttur er fyri øll, eisini tey ið bera brek ella hava serligan tørv.
Stuðlar og samstarv
Verkætlanin er sett á stovn av Parasport Føroyar, sum eisini hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum. Arbeitt verður í tøttum og virknum samstarvi við Ítróttarsamband Føroya, og verkætlanin hevur politiska undirtøku frá bæði Barna- og útbúgvingamálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Samstarvsfelagar
Politisk undirtøka
Fíggjarligir stuðlar
Alt arbeiðið byggir á sterkt samstarv, felagsskap og greiða ábyrgd, við einum felags og greiðum máli:
At tryggja inklusjón í verki og skapa javnbjóðis møguleikar fyri øll.