Samband
Leiðsla
Petur Elias Petersen
Formaður – Parasport Føroyar
Kerstin Laksáfoss
Starvsnevndini – ÍSF
Tróndur Ravnsfjall
Ítróttarráðgevi – Parasport Føroyar
Katrin á Neystabø
ítróttarráðgevi – Breiddarítrótti – ÍSF
Søk um stuðul
Grunnurin verður umsitin av Parasport Føroyar, sum fær stuðul frá viðkomandi grunnum. Endamálið við grunninum er at styrkja inklusión í ítróttarlívinum í Føroyum við serligum denti á at økja luttøkuna hjá børnum, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Umsóknin skal millum annað fevna um:
• Endamál við verkætlanini
• Innihald og virksemi
• Málbólk
• Stutt fíggjarætlan
• Hvussu tilboðið verður marknaðarført
• Hvussu limir verða rekrutteraðir
• Hvussu verkætlanin fremur inklusjón
Grunnurin kann veita stuðul til m.a.:
· stovnan av nýggjum tillagaðum ítróttatilboðum
· menning ella víðkan av verandi tilboðum
· amboð og útgerð, sum gera luttøku møguliga
· hjálparvenjarar ella eyka stuðul í uppstarti av nýggjum tilboði.
Gevið gætur: Førleikamenning og skeið eru ikki partur av puljuni. Hetta verður ístaðin boðið út umvegis Øll við-verkætlanina og Parasport Føroyar.
Stuðulin er fyrst og fremst ætlaður sum uppstart- og menningarstuðul og verður tí vanliga ikki veittur til varandi rakstur.
Svar verður vanliga givið í seinasta lagi 6 vikur eftir móttøku av umsókn.