“Øll við” verkætlanin hevur til endamáls at skapa fleiri og meira inkluderandi ítróttarfelagsskapir fyri børn undir 18 ár, sum bera brek ella hava serligan tørv. Uttan mun til kropsligar, fatanarligar, sosialu støðu og samleika, skulu øll børn kunna vera partur av skipaðum ítrótti í Føroyum og kenna gleðina av rørslu, felagskapi og tí savningarmegi, sum ítróttur hevur.
Verkætlanin byggir á royndir og íblástur frá tí íslendska tiltakinum Allir með (“Øll við”), sum hevur víst góð úrslit við at økja luttøkuna hjá børnum við breki í ítrótti. Vit taka vitan og royndir frá Íslandi og tillaga tær til føroyskar umstøður við denti á lokalari menning, sjálvbodnum kreftum og samstarvi millum feløg, mynduleikar, familjur og fakfólk.
Verkætlanin skal eisini fremja eina hugburðsbroyting í samfelagnum, har ábyrgdin fyri at skapa rúmlig felagsskapir verður sæð sum felags samfelagslig ábyrgd. Hetta samsvarandi altjóða sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, Convention on the Rights of Persons with Disabilities. ST sáttmálin ásetur at landsins mynduleikar saman skulu tryggja at børn ið bera brek hava møguleika til at luttaka í ítrótti, frítíðar- og mentanarvirksemi á jøvnum føti við onnur.