Á ítróttarráðstevnuni hjá Ítróttasambandi Føroya og Fróðskaparsetri Føroya tann 6. februar 2026 varð verkætlanin “Øll við” løgd fram – ein verkætlan, ið hevur til endamáls at geva børnum og ungum við breki ella serligum tørvi betri møguleikar at luttaka í skipaðum ítrótti í Føroyum.
Ráðstevnan, sum varð hildin í Kongshøll, setti sjóneykuna á evnið “Ítróttur er meira enn bara ítróttur” og fevndi um bæði breidd, heilsu og úrvalsítrótt.
Verkætlanin“Øll við” varð løgd fram. Verkætlanin hevur til endamáls at geva børnum og ungum við breki ella serligum tørvi betri møguleikar at luttaka í skipaðum ítrótti og at skapa eitt rúmligari ítróttarsamfelag.
Í framløguni varð víst á, at 95 prosent av ítróttarfeløgunum í Føroyum ikki hava tillagað venjingartilboð til børn sum bera brek ella hava serligan tørv og eisini varð víst á at hesi hava munandi minni sannlíkindir at vera virkin í ítrótti enn onnur.
Í dag bjóða átta feløg slík tilboð til umleið 30 børn, men málið er at seta á stovn átta nýggj ítróttartilboð longu í 2026, so enn fleiri fáa møguleikan at vera partur av felagsskapinum.
Verkætlanin leggur dent á samstarv við kommunur, skúlar og aðrar lyklapartnarar, tí ítróttur styrkir bæði trivnað, heilsu og sosial sambond. Boðskapurin er greiður: Øll hava rætt til at íðka!
