Og eitt týðandi stig fyri verkætlanina, Øll við.
Øll við og Fótbóltsfelagið B36 hava gjørt samstarvsavtalu um Tillagað Futsal – eitt trygt, rúmligt og inkluderandi tilboð fyri børn og ung við serligum tørvi. Endamálið er at geva íðkarunum møguleika at vera partur av einum felagsskapi, óansæð førleikar og avbjóðingar, við denti á rørslugleði, menning og kensluna av at hoyra til.
Á odda fyri venjingunum standa Terji Suaresh Petersen, Laurits Anton Hansen og Kevin James Welby. Teir verða eisini bodnir við til viðkomandi skeiðsvirksemi hjá Parasport Føroyar, so vit samstundis menna førleikarnar rundan um Tillagað Futsal og góðskutryggja tilboðið.
Fyrsta venjing verður nú í okt. í høllini á Skúlanum á Fløtum. Nærri kunning um dag og tíðspunkt kemur í næstum.
Øll við stuðlar samstarvinum við 50.000 krónum, sum verða nýttar til at skapa góðar karmar um tilboðið, m.a. til venjarar, útgerð og hallarleigu.
Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini móti einum ítróttarlívið, har fleiri fáa møguleikan at vera við – á sínum egna støði og sum partur av felagsskapinum.