eitt stórt stig fyri para-badminton

6. Sep 2026

Í dag hava Øll við og Badmintonfelagið Nápur skrivað undir eina samstarvsavtalu um inklusjón og para badminton.

Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá verkætlanini Øll við. Endamálið er at skapa góðar og inkluderandi venjingarmøguleikar fyri børn sum bera brek, har tey kunnu venja badminton saman við øðrum børnum og vera ein natúrligur partur av felagsskapinum í felagnum.

Við avtaluni bindur Badmintonfelagið Nápur seg til at virka sum eitt inkluderandi badmintonfelag. Para badmintonleikarar fáa møguleika at gerast limir, venja sum partur av felagnum, luttaka í felagstiltøkum og kappast undir navninum hjá Nápi.

Jónas Vágsheyg verður høvuðsvenjari og Joanita Rasmussen knýtt at sum hjálparvenjari og stuðul í arbeiðinum við inklusjón.

Avtalan er galdandi fyri 2026 og 2027, og verkætlanin Øll við stuðlar Nápi við 50.000 kr. til samsýning – oyramerkt til at arbeiða við at inkludera para badmintonleikararnar.

Vit eru sera fegin um samstarvið við Badmintonfelagið Nápur – og ikki minst um, at enn eitt ítróttarfelag tekur ítøkilig stig fyri at gera pláss fyri fleiri.