Hevur tú ella títt barn trupulleikar við javnvágini ella gongdini? So er FrameRunning kanska nakað fyri tykkum!
FrameRunning er ein ítróttargrein, har íðkarar brúka ein FrameRunner – eitt serligt tríhjólað amboð uttan pedalir, sum gevur stuðul og ger tað møguligt at renna og flyta seg skjótari og tryggari.
Tað snýr seg um rørslu, gleði, felagsskap og at flyta síni egnu mørk.
