Øll við verkætlanin bjóðar nú skeið, ið eru málrættað venjarum og leiðarum í ítróttarfeløgum, sum antin hava limir við breki ella serligum tørvi, ella sum ynskja at gerast klókari upp á inklusjón av hesum málbólkum.
Um skeiðið

Málbólkur
Skeiðið er ætlað sjálvbodnum, venjarum, ítróttarleiðarum og nevndarlimum innan ymiskar ítróttir, sum:
• hava børn við breki ella serligum tørvi í sínum venjingartilboðum
• eru forvitin og áhugað í at læra meira um inklusjón í felagnum
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av og vitan um málbólkin og praktisk amboð til at laga ítróttarvirksemi til børn við breki ella serligum tørvi.
Á skeiðnum fáa luttakararnir vitan um motoriskar, kognitivar og sosialar fortreytir, umframt ítøkilig ráð og hugskot til skipanarliga, námsfrøðiliga og miðlanarliga at leggja venjingina til rættis.
Skeiðið inniheldur bæði ástøðilig og praktisk upplegg, royndarbýti og kjak millum luttakararnar.
Praktisk kunning
📍 Stað: Ítróttasamband Føroya, Eystara Bryggja 30, 100 Tórshavn
📅 Dato: 8. ella 9. Apríl 2026
🕒 Tíð: 17.30 – 21.00
*Atlit verður tikið til, at broytingar kunnu koma í stað og tíð.
Praktisk kunning
📍 Stað: Ítróttasamband Føroya, Eystara Bryggja 30, 100 Tórshavn
📅 Dato: 8. og 9. Apríl 2026
🕒 Tíð: 17.30 – 21.00
*Atlit verður tikið til, at broytingar kunnu koma í stað og tíð.