Íblástur úr Íslandi: Saman um inklusjón í ítrótti

5. Feb 2026

Øll við verkætlanin heintar íblástur frá íslendsku verkætlanini Allir með, sum hava hava framt munandi framstig við at skapa betri og rúmligari ítróttarfelagskapir.

Tað var sera spennandi at uppliva íslendska árliga “Allir með leikarnir” í Laugardalshøllini í Reykjavík. Dagurin var skipaður sum ein sonn ítróttarveitsla, har avvarðandi, vinfólk og onnur kundu koma við og stuðla upp undir. Í forhøllini vóru eisini básar, har ymisk ítróttartilboð, sum eru tillagað børnum við serligum tørvi, vístu síni tilboð fram.

Eisini var tað hugaligt at hoyra, at íslendska verkætlanin Allir með er longd trý ár við breiðum politiskum stuðli. Hetta vísir, at arbeiðið við inklusjón ber ávøkst.

Vit taka nógv gott við okkum heimaftur og gleða okkum at brúka íblásturin í Føroyum.